2020-05-07 18:38
19. mars skrivaðu Føroya Reiðarafelag og manningafeløgini undir avtalu um at framleingja verandi sáttmálar í ein mánað soleiðis, at teir vóru galdandi 1. mai.
Samráðingar millum Føroya Reiðarafelag og manningarfeløgini vórðu tiknar upp aftur í dag og hildið verður fram á Hotel Føroyum týsdagin og hósdagin í komandi viku, skrivar Maskinmeistarafelagið á heimasíðu sínari.
Partarnir hava í fyrstu syftu avtalað at longja verandi sáttmála til 20. mai.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald