![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Nú er klárt aftur til nýggja beinleiðis vínsmakking online fyri øll.
Yvir 700 fólk longu hava víst áhuga fyri tiltakinum, sum verður leygarkvøldið tann 13. juni kl 20.30. Tað kann stroymast á Facebook.
Hesaferð hava vit lagt alt til rættis í tøttum samstarvið við Rúsdrekkasøluna, soleiðis at øll vónandi kunnu fáa fatur í røttu fløskunum. Til tey sum ikki vóru við seinast, kunnu vit nevna, at smakkingin er til tað vanliga fólkið og er púra niðri á jørðini, so øll kunnu fylgja við og vónandi blíva eitt lítið sindur klókari, samstundis sum skrúva verður upp fyri hugnanum, við at sita saman og smakka lekkurt vín og eta góðan mat.
Hesaferð hava vit valt 7 ymiskar fløskur at smakka, tó er ikki neyðugt at keypa allar hesar inn, men hetta er sera gott til 5-7 fólk. Eru tit t.d. 2 sum smakka saman, so er tað passandi at keypa 2-3 av fløskunum.
Vínúrval:
1. Cremant de Bourgougne, Brut.
2. Øko Geyerhof, Grüner Veltliner.
3. Gewürztraminer, Henri Ehrhart.
4. Stonebarn, Zinfandel.
5. Cabernet Sauvignon, Noble Vines 337
6. Ribera del Duero, Corimbo.
7. Tokaji
Seinast sótu vit í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, men hesaferð eru fuglfirðingarnir á ferð aðrastaðni í Føroyum, men tað koma vit aftur til seinni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald