Lýsingagrein

Føroya Symfoniorkestur framførir Beethoven í Hátúni

Leygardagin verður søguligur dagur hjá Tórshavnar Musikkskúla, tá ið Føroya Symfoniorkestur hevur fyrstu konsert í konserthøllini Hátún. Byrjað verður klokkan 16 - Catherine Larsen-Maguire úr Bretlandi fer at stjórna, og Jóhannes Andreassen er solistur

Catherine Larsen-Maguire arbeitt sum dirigentur hjá orkestrum sum London Philharmonic Orchestra, BBC National Orchestra of Wales og Deutsches Kammerorchester Berlin. Jóhannes Andreassen hevur millum annað tikið útbúgving í klaverspæli og tónleikanámsfrøði á Universität für Musik und darstellende Kunst í Wien í Eysturríki (Mynd: torshavn.fo)

Catherine Larsen-Maguire arbeitt sum dirigentur hjá orkestrum sum London Philharmonic Orchestra, BBC National Orchestra of Wales og Deutsches Kammerorchester Berlin. Jóhannes Andreassen hevur millum annað tikið útbúgving í klaverspæli og tónleikanámsfrøði á Universität für Musik und darstellende Kunst í Wien í Eysturríki (Mynd: torshavn.fo)

2022-02-16 08:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mæti Ludvig Van Beethoven er á skránni til fyrstu konsertirnar hjá Føroya Symfoniorkestri í ár. Verkini, ið verða framførd, eru Coriolan-ouverturan, klaverkonsert nr. 4 og tann 4. symfoniin.

Føroya Symfoniorkestur fagnaði tónaskaldinum í 2020, í samband við at tað vóru  250 eftir føðing hansara, við at framførdi kendu 9. symfoni hansara í fullsettum Norðurlandahúsi.

Konsertin við tónleikinum hjá Beethoven leygardagin verður heilt serlig, tí talan er um søguligan dag hjá Tórshavnar Musikkskúla - Føroya Symfoniorkestur hevur fyrstu konsert í stásiligu konserthøllini Hátún.

Konsertin verður leygardagin 19. februar kl. 16, har gestadirigentur, Catherine Larsen-Maguire úr Bretlandi, fer at stjórna. Jóhannes Andreassen er solistur.

Soleiðis verður skrivað um hesi bæði:

- Catherine Larsen-Maguire er ættað úr Onglandi og búsitandi í Berlin. Hon er upprunaliga fagottspælari, men hevur seinastu mongu árini ferðast runt heimin og arbeitt sum dirigentur hjá orkestrum sum London Philharmonic Orchestra, BBC National Orchestra of Wales og Deutsches Kammerorchester Berlin.

- Jóhannes Andreasen, ið uttan iva er mest royndi klaverspælarin vit eiga, framførir klaverkonsert nr. 4. Jóhannes hevur tikið útbúgving í klaverspæli og tónleikanámsfrøði á Universität für Musik und darstellende Kunst í Wien í Eysturríki.Eftir tað las hann kamartónleik á International Menuhin Music Academy og var seinni næmingur í meistaraflokkinum hjá víðagitna læraranum Peter Feuchtwanger í London.

- Frá ungum árum hevur Jóhannes verið íðin kamartónleikari. Hann var ein teirra, ið stovnaðu Aldubáruna í 1995. Sum einleikari hevur hann spælt konsertir í London, Helsinki, Reykjavík og Wien. Jóhannes hevur lagt stóran dent á wienarklassiska tíðarskeiðið og á nýskrivaðan tónleik.


Kelda: torshavn.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder