Mentan

Føroya Symfoniorkestur hevur heystkonsert um vikuskiftið

Framført verður í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið klokkan 19.30 og sunnudagin klokkan 16 í Fuglafirði. Útseting av Norsku Løvu hjá Williami Heinesen verður framførd

Frá Nýggjárskonsert hjá Føroya Symfoniorkestrið. Nú skal orkestrið framføra heystkonsertina tvær ferðir (Mynd: Sverri Egholm)

Frá Nýggjárskonsert hjá Føroya Symfoniorkestrið. Nú skal orkestrið framføra heystkonsertina tvær ferðir (Mynd: Sverri Egholm)

2023-09-20 14:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um vikuskiftið er stóra heystkonsertin hjá Føroya Symfoniorkestrið á skránni. Sama konsertin er á skránni bæði leygarkvøldið og sunnudagin - í Norðurlandahúsinum fyrst og síäni í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Tað verður fyrstu ferð, at Symfoniorkestrið vitjar í Fuglafirði.

Tann konsertin verður sunnudagin, 24. september, klokkan 16.00. Tann fyrra verður leygarkvøldið klokkan 19.30 í Norðurlandahúsinum.

Sí eisini: Føroya Symfoniorkestur og Mentanarhúsið í Fuglafirði undirskrivað samstarvsavtalu

Til heystkonsertina 2023 verður ein útseting av Norsku Løvu hjá Williami Heinesen framførd. Tað er Bjarni Restorff, ið hevur útsett.

Í 2021 gav Bjarni Restorff út bók við partituri og nótum til verkið Norsku Løvu. Bjarni skrivaði hesa útseting í 2007-2008. Upprunaliga skrivaði William verkið til klaver, men Bjarni hevur altíð hildið, at verkið hevði verið betur egnað sum orkesturverk. Bjarni Restorff er føddur í 1955, og hevur í mong ár starvast sum tónleikalærari á Tórshavnar Musikkskúla . Eisini hevur hann staðið á odda fyri Tórshavnar Manskóri í mong ár. Hann hevur m.a. skrivað tónleik til blandað kór og manskór.

Niklas Kallsoy Mouritsen verður solistur, og hann framførir hornkonsert nr. 3 hjá Mozart. Tað verður í EB-dur.

Mozart, ið var eitt sonevnt undurbarn, var ein av størstu komponistum innan klassikan tónleik. Hóast eysturríkan fór av fold bert 35 ára gamal, megnaði hann at avrika eitt stórbart lívsverk innan tónleikin. Hornkonsertirnar hjá Mozart verða spældar um allan heim. Hann skrivaði tær til sín góða vin Joseph Leutgeb. Hesar konsertir vóru skrivaðar soleiðis, at solisturin veruliga kundi sláa seg leysan og vísa hvussu dugnaligur hann var.

Niklas er 35-ára gamal og fekk bachelor- og masterútbúgving á lærda tónlistaháskúlanum í Keypmannahavn. Eftir loknan lestur fór hann til Schweiz og kom inn á orkesturakademiið hjá Orchestre de la Suisse Romande í Genève. Niklas hevur starvast sum fríyrkistónleikari í Danmark og Svøríki, men í 2021 gjørdist hann limur í Danmarks Underholdningsorkestur, har hann starvast í dag. Niklas er eisini limur í blásikvintettini V Coloris. Kvintettin hevur vunnið virðislønir í altjóða tónleikakappingum, m.a. triðju heiðursløn í Carl Nielsen International Chamber Music Competition 2019 og aðru heiðursløn í Bucharest International Music Competition 2019.

Symfoni 104 – Frantz Joseph Haydn (1732-1809)
Føroya Symfoniorkestur fer eisini at framføra symfoni nr. 104 hjá Haydn, ið upprunaliga varð frumframførd í London 13. apríl 1795.

Eysturríkarin Frantz Joseph Haydn skapti sonatuformin og ta klassisku symfoniina í fýra satsum, sum vit kenna hana í dag. Hann arbeiddi ein stóran part av sínum lívi hjá ríku Eszterházy familjuni, og var avskorin frá øðrum tónleikaumhvørvi og øðrum komponistum ta tíðina. Hann segði sjálvur, at av hesi orsøk varð hann tvungin til at verða originalur og bróta upp úr nýggjum. Haydn legði eisini lunnar undir wienerklassismuna og er hann, saman við Mozart og Beethoven, av týdningarmiklastu persónum handan wienerklassiska tónleikin. Haydn skrivaði yvir 100 symfoniir.

Dirigentur verður Bernhardur Wilkinson.

Kelda: nlh.fo - atgongumerki kunnu fáast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder