Tað verður Ludvig Van Beethoven, ið er á skránni til fyrstu konsertini hjá Føroya Symfoniorkestri í ár. Verkini, sum verða framførd 18. februar eru Coriolan-ouverturan, klaverkonsert nr. 4 og tann 4. symfoniin, verður sagt í tíðindaskrivi.
Í 2020 vóru tað 250 ár síðan, Ludwig Van Beethoven varð føddur. Hetta bleiv hátíðarhildið við fagnaðarkonsertum um allan heim. Føroya Symfoniorkestur fagnaði í hesum sambandi eisini tónaskaldinum og framførdi kendu 9. symfoniina í fullsettum Norðurlandahúsi, og um góðar tvær vikur verður orkestrið aftur at hoyra – fyrst í Løkshøll, og síðani í Hátún í Havn dagin eftir.
Jóhannes Andreasen, ið uttan iva er mest royndi klaverspælarin vit eiga, framførir klaver konsert nr. 4.
Hann hevur tikið útbúgving í klaverspæli og tónleikanámsfrøði á Universität für Musik und darstellende Kunst í Wien í Eysturríki. Eftir tað las hann kamartónleik á International Menuhin Music Academy og var seinni næmingur í meistaraflokkinum hjá víðagitna læraranum Peter Feuchtwanger í London.
Frá ungum árum hevur Jóhannes verið íðin kamartónleikari. Hann var ein teirra, ið stovnaðu Aldubáruna í 1995. Sum einleikari hevur hann spælt konsertir í London, Helsinki, Reykjavík og Wien. Jóhannes hevur lagt stóran dent á wienarklassiska tíðarskeiðið og á nýskrivaðan tónleik.
Dirigentur verður bretska Catherine Larsen-Maguire.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald