3. juni byrjaði Føroyaflokkurin kapping á Facebook. Flokkurin manglar undirskriftir fyri at sleppa at stilla upp til løgtingsvalið. Allar undirskriftirnar, ið flokkurin fekk fyrr í ár, eru útgingnar.
Og flokkurin hevur funnið eina heldur kreativa loysn uppá trupulleikan. Øll sum senda undirskrift eru við í lutakastinum um ein ferðaseðil frá Atlantic Airways.
Portalurin hevur verið í sambandi við Hilmar Høgenni, sum er deildarleiðari á kommunu- og nattúrudeildini hjá Heilsu- og Innlendismálaráðnum. Tað er innlendismálaráðið, ið umsitir løgtingsvallógina. Hann sigur, at ongar ásetingar í lógini forða flokkum frá at gera tílíkt, men at lógin bara ásetur reguleringar fyri at undirskriftirnar eru rættar og at upplýsingar hjá teimum, ið skriva undir eisini passa.
Brúkaraumboðið sigur, at kappingar á Facebook ikki longur er ólógligar, eins og tær annars hava verið fyrr. Einasta kravið er, at kappingarreglurnar eru greitt ásettar. Brúkaraumboðið ivast eisini í, um Føroyaflokkurin í hesum førinum er fevndur av lógum um marknaðarførðslu.
Les eisini: Hjalmar tikið seg av listanum hjá Framtakinum
Føroyaflokkurin er stovnaður av Hjalmari Zachariassen. Hann slepti arbeiði við flokkinum fyrr í ár, tá hann fór uppí Framtakið fyri rættinum at velja Kannabis. Seinni er hann orsaka av ósemju í Framtakinum farin í holt við arbeiðnum við útijaðaraflokkinum aftur.
Vit hava roynt at fingið fatur í Hjalmari Zachariassen, men tað hevur ikki eydnast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald