Hjalmar Zachariassen stillar kortini ikki upp fyri Framtakið. Tað váttar Arnfinn á Birtuni, sum tó enn vónar at Hjalmar broytir støðu, fyri Portalinum.
Tey flestu mundu vera yvirraskaði av, at Hjalmar Zachariassen, sum var í holt við at stovna Føroyaflokkin, valdi at stilla upp fyri Framtakið fyri Rættinum at Velja Kannabis. Føroyaflokkurin var fyrst og fremst ein útijaðaraflokkur við einum frælslyntum virðisgrundarlagi.
Men tá Hjalmar Zachariassen ikki megnaði at fáa undirtøku fyri Føroyaflokkinum, valdi hann at stilla upp fyri Framtakið.
- Orsøkin til at eg kann fara upp í kannabisflokkin er, at eg framvegis kann arbeiða fyri øllum teimum somu málunum, sum áðrenn, segði Hjalmar Zachariassen við Portalin 14. februar, tá tað var greitt, at hann stillaði upp fyri Framtakið.
Men tað tykist sum, at júst tað, at kannabisflokkurin hevur havt so fríðar ræsir hjá valevnum at gera sín egna politikk, er grundin til at Hjalmar Zachariassen nú hevur tikið seg av listanum.
- Hann hevði kanska ynski um, at vit blivu til Føroyaflokkin, men tað ynsktu vit ikki, sigur Arnfinn á Birtuni, sum ásannar, at tað kann vera trupult at hava ein flokk, sum als onga valskrá hevur og einans eitt ynski um møguleikan at brúka kannabis hjá sjúklingum.
- Vit arbeiða nú við einari eyðlýsing um nøkur punkt, sum vit kunnu semjast um. Tað verður allarhelst ein valskrá, sum fevnir breitt, sigur Arnfinn á Birtuni at enda.
Portalurin hevur í dag roynt at sett seg í samband við Hjalmar Zachariassen, men tað hevur ikki eydnast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald