Mentan

Føroyameistar í karaoke skulu finnast

Glitnir skipar aftur fyri sangkapping – vinnararnir skulu umboða Føroyar í finaluni í Panama

2023-03-02 11:21 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hetta vikuskiftið, fríggjakvøldið 3. og leygarkvøldið 4. mars, skulu føroyameistararnir í karaoke finnast.

Kappingin verður hildin í Glitnir í Havn, og byrjar um 18-tíðina bæði kvøldini.

Kappingin verður skipað soleiðis, at hvør sangari stillar upp við tveimum sangum, sum skal framførast fyri einum dómaratoymi. Dømingin tekur støði í sangvali, sangrødd, framførslu og sangteknikki.

Síðani koma nakrir luttakarar víðari til finaluna, har tey syngja ein triðja sang. At enda verða tveir luttakarar kosnir sum føroyameistarar í Karaoke 2023, og hesi sleppa til Panama í november at umboða føroyar í heimsmeistaraskapinum ”Karaoke World Championships.”

Sum er, eru 9 fólk tilmeldað. Pláss er fyri nøkur heilt fáum afturat, um onkur skuldi havt áhuga. Millum annað eru tríggir luttakarar sum hava meldað seg til, men av ymsum orsøkum ikki fáa verið til staðar í Glitnir, og hava í staðin meldað til við videoupptøkum.

Tilmelding ferð fram umvegis Facebook síðuni hjá Karaoke Føroyar, í seinasta lagið í kvøld klokkan 21.

Øll eru eisini vælkomin í Glitnir at lurta, og stuðla teimum, ið skulu framføra hesi kvøldini, siga fyrireikararnir. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder