
Fólkatingið hevur eina Føroyanevnd, har 29 limir eru í. Vanligt er, at partur av nevndini vitjar í Føryoum annaðhvørt ár. Seiasta vitjanin var í 2018 - tað vil siga áðrenn seinasta fólkatingsval.
Í fjør legði korona meinbogar í vegin, men nú er greitt, at Føroyanevndin skjótt kemur "á námsferð" í Føroyum.
Vitjanin verður í døgunum 20. til 23.september, har endamálið er at hitta politikarar, embætisfólk og vinnulívsfólk í Føroyum.
Fíggjarætlanin hjá ferðini í næsta mánað er mett at vera 150.000 krónur, skrivar Kringvarpið.
Edmund Joensen, føroyskur fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin, er formaður í Føroyanevndini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald