
321 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar eru liðugt greinaðar. Í teimum kanningunum varð eingin smitta funnar.
Í gjár varð seinasti persónurin við koronusmittu - í hesum umfarinum - staðfestur frískur, og harvið eru Føroyar aftur koronufríar.
Hetta upplýsir corona.fo.
Hetta er fimtu ferð síðani mars í fjør, at so er. 8. mai 2020, 7. juli 2020, 26. februar 2021 og 23. mars - fyri beint yvir einum mánaða síðani - eru hinar dagfestingarnar, har staðfest er, at Føroyar eru koronufríar.
Tilsamans eru nú gjørdar 252.136 koronukanningar í Føroyum. 663 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 662 persónar eru nú staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald