Poppsangarin Thomas Anders er komin til Føroya at hava konsert á Summar Festivalinum í Klaksvík. Hann var sangari í hittbólkinum Modern Talking, sum seldi 120 milliónir plátur, og hittaði um allan heimin við sangum sum "You're My Heart, You're My Soul", "Cheri Cheri Lady" og "Brother Louie".
Thomas Anders er púra bergtikin av Føroyum, nú hann er komin til landið.
– Eg hoyrdi um Føroyar í skúlanum, men nú eg eri komin higar, má eg siga, at Føroyar eru sum onnur verð. Eg havi ikki sæð nakað líknandi í allari verðini, sigur Thomas Anders.
– Eg hevði ongantíð droymt um, at eg fór at fáa møguleikan at spæla í Føroyum, og eg eri errin av, at eg eri biðin um at koma her at hava konsert, sigur hann.
Thomas Anders hevur konsert saman við bólki sínum á Vágsbø í kvøld kl. 22. Teir fara at spæla øll tey stóru Modern Talking-hittini.
Her omanfyri kanst tú síggja video-samrøðu við Thomas Anders, har hann tosar um Føroyar og konsertina í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald