Innanlands

Føroyar hava verið koronafríar í ein mánað

Eingin fingið staðfest koronavirus í yvir sjey vikur - 161 koronakanningar vórðu gjørdar í gjár

2020-06-09 13:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fríggjakvøldið 8. mai kunngjørdi heilsumálaráðharrin, Kaj Leo Holm Johannesen, at Føroyar vóru koronafríar. Hetta var eftir, at teir persónarnir sum seinast vórðu staðfestir sjúkir, 22. apríl, vórðu staðfestir frískur.

187 føroyingar hava fingið staðfest koronasmittuna í Føroyum, og allir 187 eru staðfestir frískir. Soleiðis hevur tað ljóðað seinasta mánaðin, tá Heilsumálaráðið hevur kunngjørt úrslitini. 

Eingin hevur fingið staðfest smittu í teimum seinastu 4.189 kanningunum - tær seinastu sey vikurnar. Í gjár vórðu 161 kanningar gjørdar, og í alt eru 10.459 kanningar framdar í Føroyum seinastu mánaðirnar.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder