Innanlands

Føroyar klárar til 5G um 2 ár

Føroysku televeitararnir arbeiða fram ímóti at kunna bjóða 5G í 2020

2018-06-21 13:38 Author image
Oda Strøm
placeholder

Føroysku televeitararnir eru sera bjartskygdir, tá teir verða spurdir um komandi 5G-internetið við skjótu ferðini.

Við 3G var ferðin trý megabit um sekundið, við 4G var hon 30-40 megabit um sekundið, og við 5G skal hon minimum upp á 1 gigabit um sekundið.

Hóast vit ikki hava fingið 5G í Føroyum enn, hava vit øgiliga skjótt net - í miðal faktiskt tað skjótasta í heiminum. Offisielt liggur Norra nummar 1 við 62 megabit um sekundið sambært Speedtest Global Index, men í Føroyum er hægsta miðalferð yvir 100 megabit um sekundið, sigur Jóna Olsen, rakstrarstjóri í Føroya Tele. Vit verða tó ikki tikin við, tí landið er ov lítið til at gera nóg nógvar speedtests.

Føroyingar brúka eisini meira og meira data - meir enn dupult so nógv data fyri hvørt ár, sambært Hey. 

Televeitararnir í Føroyum, Føroya Tele og Hey, siga, at væntandi verður 5G bjóðað út í Føroyum um 2-3 ár. Ferðin á mobilnetinum er longu skjótari enn 4G, um 4,5 til 4,9, men tað eru fysisku karmarnir, sum mugu byggjast um, áðrenn so skjót ferð verður veruleiki. 

Eisini eru telefonirnar á marknaðinum ikki klárar til 5G netið enn, men komandi telefonirnar fara at verða gjørdar til 5G, sigur Rúnar Reistrup, stjóri á Hey. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder