2020-03-10 12:11
Krabbameinsfelagið boðar í dag frá, at stóra sjónvarpaða innsavningartiltakið ’Føroyar móti krabba’, sum ætlandi skuldi haldast í Norðurlandahúsinum 28. mars, er útsett fyribils.
Fyrireikararnir halda tað ikki vera ráðiligt at skipa fyri so stórum og umfatandi tiltaki í løtuni, tá ið vandi er fyri, at corona smittan kann breiða seg millum mongu luttakararnar á tiltakinum, sigur Krabbameinsfelagið í dag. Fyrireikararnir óttast eisini fyri, at bæði Krabbameinsfelagið, Norðurlandahúsið og Kringvarpið kunnu leggjast lamin, tí so nógv av teirra starvsfólkum ætlandi skuldu vera til staðar í Norðurlandahúsinum hetta kvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald