Mentan

Føroyar við í arktiskari tónleikakapping

Nýggj tónleikakapping skal seta sjóneykuna á tónleikamentanina í økinum kring Arktis, á málini, staðbundnu eyðkenningini og mentanina

2023-02-09 12:23 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tá evropeisku londini kappast í Eurovision, sleppa føroyskir tónleikarar eisini at vera við, men bert undir donskum flaggi.

Soleiðis verður tað ikki til tónleikakappingina, PanArcticVision, sum er ein nýggja altjóða tónleikakapping. Her eru føroyskir tónleikarar bodnir at senda eitt tónleikaíkast, sum skal umboða Føroyar – ikki eitt annað land.

PanArcticVision verður í Vadsø í Norðurnoregi. Stig er tikið til kappingina fyri at seta sjóneykuna á tónleikamentanina í økinum kring Arktis, á málini, tey staðbundnu eyðkennini og mentanina í hesum ymisku økjunum. Tað hevur so eisini við sær, at metingarnevndin er áhugað í øllum tónleikasløgum, ikki bert vanligum Eurovision sangum.

Seinasta freist at senda títt tónleikaíkast til kappingina er 1. mars 2023.

Norðurlandahúsið umsitur føroysku tónleikaíkastini.

PanArcticVision verður 9. august, og er samskipað av listabólkinum Nordting / The Northern Assembly í samstarvi við Varangerfestivalin í Vadsø. Onkur minnist kanska, at Nordting hevði eitt tiltak í Norðurlandahúsinum í Føroyum í 2021.

Verkætlanin er fíggjað av m.ø. Norsk kulturråd. Hetta er fyrstu ferð, at tónleikakappingin PanArcticVision verður hildin.

Meira um kappingina og krøv til luttakararnar her 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder