Mentan

Føroyavinurin Harry Wilson deyður 100 ár

Elsti WWII-veteranurin í Føroyum andaðist í heimi sínum í Hull hósdagin

2019-08-19 13:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyri skjótt einum ári síðan varð 100 ára dagur hildin í donsku sjómanskirkjuni í Hull í Onglandi fyri Harry Wilson, einum av mongu hermonnunum, sum vóru í Føroyum undir krígnum.

Hósdagin andaðist Harry, knappan mánaða áðrenn hann náddi at gerast 101 ár. Harry Wilson var føddur 19. september 1918.

Harry Wilson var, nú hann doyði, elsti av veteranunum, sum vóru í Føroyum undir øðrum heimsbaradaga.

Harry Wilson giftist føroysku Honnu Apol, sum doyði í 2010.

Sonur teirra, Louis Apol Wilson, sigur, at Harry doyði stillisliga í heimi sínum í Hull 15. august. Hann helt fast um at vera búgvandi heima. Eisini nú heilsan fór at bila fyri nøkrum mánaðum síðani, og tí varð skipað fyri, at hann fekk røkt seinastu tíðina.

Les tíðindi frá í fjør: WWII-veteranurin Harry Wilson fyllir 100 ár í dag

Sí innslag hjá KvF frá 2015: Eitt seinasta farvæl 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder