Uttanlands

Føroyingafelagið á Fjóni skipar fyri ræstkjøtaveistlu í Odense

Veitslan verður hildin í Norðuratlanshúsinum 9. februar

2019-01-22 17:58 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Aftur í ár fer Føroyingafelagið á Fjóni at skipa fyri ræstkjøtaveistlu í Odense. Veitslan verður hildin í Norðuratlanshúsinum 9. februar - tað er sama dag sum ársaðalfundur felagsins er.

Í nøkur ár var eingin ræstkjøtaveitsla, men eftir fleiri áheitanir skipaði Føroyingafelagið á Fjóni fyri ræstkjøtaveitslu í fjør. Hølini vóru fullsett, og tá tiltakið nú eydnaðist somikið væl, tekur Føroyingafelagið sjálvandi táttin upp aftur í ár.

Matskráin er røst súpan, ræst lambskjøt og omaná ein góður drekkamuður við onkrum leskiligum afturvið.

Til tey, ið ikki eta ræst kjøt, verður okkurt annað borðreitt, so minnist til at viðmerkja í tilmeldingini, um tit ikki eta ræst kjøt.

Sanghefti eru framleidd til borðhaldið; tað verður ikki tann vísa ella táttur, ið ikki fer at runga um alt odenseanska havnalagið, meðan borðhaldið er. Aftaná spælir Spotify til dans.

Lutaseðlar verða seldir undir borðhaldinum. Mangt og hvat er at vinna - høvuðsvinningurin er eitt gávubræv á 2.000 frá Atlantic Airways.

- Føroyingafelagið á Fyn

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder