Innanlands

Føroyingar eru teir virknastu á arbeiðsmarknaðinum

84,5 prosent av føroyingum millum 15 og 74 ár eru í arbeiði - tað er met fyri Evropa

(Mynd: Hagstovan)

(Mynd: Hagstovan)

2020-02-26 10:36 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í Føroyum búgva 37.100 fólk í aldrinum 15 til 74 ár. 31.700 av teimum eru vinnuliga virkin, og sostatt partur av arbeiðsfjøldini. Harvið er vinnutíttleikin í Føroyum tann størsti í Evropa, skrivar Hagstovan.

Vinnutíttleikin er arbeiðsfjøldin í prosentum av fólkatalinum. Í Føroyum er vinnutíttleikin 85,4 prosent – 87 prosent fyri menn og 84 prosent fyri kvinnur.

Hagstovan gjørdi í november í fjør eina teljing av arbeiðsfjøldini, sum í Føroyum er vaksin við stívliga 2.000 fólkum seinastu fimm árini. Uppgerðin vísir, at 5.500 fólk í aldursbólkinum eru uttan fyri vinnu.

Í arbeiðsfjøldini eru øll vinnuliga virkin, so sum løntakarar, sjálvstøðugt vinnurekandi og arbeiðsgevarar, arbeiðsleys, ið eru tøk at átaka sær arbeiði, og fólk, sum ólønt hjálpa til í familjufyritøku. Uttan fyri vinnu eru m.a. ungfólk, ið eru undir útbúgving burturav, fólk sum av sjúku, skerdum førleika ella øðrum ikki eru á arbeiðsmarknaðinum, ella fólk, ið eru farin av arbeiðsmarknaðinum, m.a. av aldri ella øðrum.

Í tali er arbeiðsfjøldin størst í Suðurstreymi, har mesta fólkið býr. Men í mun til fólkatalið er hon størst í Eysturoy við knappliga 88 prosentum, síðani í Suðurstreym við stívliga 86, í Norðoyggjum við knappliga 86, síðani í Norðstreymi við stívliga 84 og í Vágum við stívliga 82 prosentum. Minstur er vinnutíttleikin í Sandoyar og Suðuroyar økjum við stívliga 79 prosentum.

Eftir kyni er vinnutíttleikin hjá monnum størstur í Eysturoy við 90 prosentum og minstur í Sandoy og Suðuroy við 80-81 prosentum. Hjá kvinnum er hann størstur í Norðoyggjum, í Suðurstreymi og í Eysturoy við 85-86 og minstur í Sandoyar øki við 77 prosentum.

Føroyski vinnutíttleikin størstur í Europa
Vit hava sæð tað eisini í undanfarnu kanningum, at í mun til fólkatalið er føroyska arbeiðsfjøldin tann størsta í Europa. Einans í Íslandi er hon næstan líka stór. Tað verður eisini váttað við uppgerðini hesaferð.

Á myndini niðanfyri eru Føroyar samanbornar við 35 onnur lond í Europa, sambært hagtalsgrunninum hjá Eurostat.

Tá vit samanbera úrslitini fyri bæði kyn tilsamans, eru Føroyar fremst við einum vinnutíttleika á 85 prosent og síðani Ísland við 81 prosentum. Síðan er eitt glopp niður til Sveits við 76 og Svøríki við 74 prosentum. Estland, Niðurlond, Noreg, Týskland, Danmark, Bretland og Litava liggja um 70-72 prosent.

Miðaltalið fyri tey 28 ES-limalondini (Bretland íroknað) er 65 prosent. Lægstur er vinnutíttleikin í Turkalandi og Italia við 56-57 prosentum.

Samanumtikið sæst, at í øllum øðrum londum enn í Føroyum er vinnutíttleikin hjá kvinnum munandi lægri enn hjá monnum. Í Føroyum eru bara 3 prosentstig á muni, 7 í Íslandi, í Danmark 8 og í miðal fyri tey 28 ES-londini er munurin 11 prosentstig. Nógv størsti kynsmunurin er í Turkalandi við 76 prosentum hjá monnum men bert 37 hjá kvinnum.

[object Object] 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder