Uttanlands

Føroyingar flest ynskja at Løkke heldur fram

Meira enn annar hvør føroyingur ynskir Lars Løkke til danskan forsætisráðharra eftir valið í morgin

Lars Løkke Rasmussen í Öström fríggjadagin (Mynd: Sverri Egholm)

Lars Løkke Rasmussen í Öström fríggjadagin (Mynd: Sverri Egholm)

2019-06-04 16:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóast hann hevur verið fyri hørðum ábreiðslun frá fleiri føroyingum fyri at blanda seg upp í føroyska valstríðið, so er danski forsætisráðharrin framvegis væl umtóktur millum føroysku veljararnar.

Í kanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri Potalin í gjárkvøldið, vórðu tey spurdu eisini biðin um at taka støðu til, hvønn tey ynsktu til stjórnarleiðara í Danmark eftir fólkatingsvalið.

Og úrslitið er, at heili 52 prosent ynskja at Lars Løkke Rasmussen heldur fram, meðan bert 23 prosent heldur vilja hava forkvinnuna í danska javnaðarflokkinum, Mette Frederiksen, til forsætisráðharra.

25 prosent hava ikki svarað, ella siga seg ikki vita.

Ikki óvæntað er tað veljararnir hjá Sambandsflokkinum, sum eru glaðast um Lars Løkke. 82 prosent av sambandsveljarunum peika á Løkke, 7 prosent á Mette Frederiksen og 10 prosent vita ikki.

Hjá Fólkaflokkinum peika 79 prosent á Løkke, 6 prosent á Metta og 15 prosent vita ikki.

Triðstørstu undirtøku fær Lars Løkke Rasmussen frá sjálvstýrisveljarunum, har 71 prosent peika á Løkke, 17 á Mette Frederiksen og 12 prosent siga seg ikki vita.

Veljararnir hjá Framsókn peika eisini á Lars Løkke Rasmussen, 57 prosent, meðan 26 prosent peika á Mette Frederiksen og 17 prosent vita ikki.

Tjóðveldisveljararnir eru teir mest líkasælu, tá tað kemur til spurningin um hvør skal vera danskur forsætisráðharri. 43 prosent siga seg ikki vita, meðan 31 peika á javnaðarforkvinnuna og 26 prosent á núverandi forsætisráðharran.

[object Object]
Teir báðir kandidatarnir at gerast forsætisráðharri eftir valið í morgin. Lars Løkke Rasmussen (t.v.) og Mette Frederiksen (Savnsmynd: EPA)

Tað er bert hjá javnaðarveljarunum, at Mette Frederiksen fær undirtøku frá einum meiriluta. 54 prosent av javnaðarveljarunum siga Mette Frederiksen, 21 prosent siga Lars Løkke Rasmussen og 26 prosent siga seg ikki vita upp á spurningin: Hvør heldur tú skal vera danskur statsministari eftir Fólkatingsvalið”.

Í veljarakanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin 8. mai, spurdu vit eisini sama spurning. Tá peikaðu 44 prosent á Lars Løkke Rasmussen, 20 prosent á Metta Frederiksen og 36 prosent søgdu seg ikki vita.

Munurin á teirri kanningini og nú er sostatt, at tað eru væl færri, sum ikki hava tikið støðu, og harvið fáa bæði Lars Løkke og Mette Frederiksen nú størri undirtøku.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder