Innanlands

Føroyingar kenna seg ótrygg við Trump sum forseta

Men í einum øki í Føroyum eru tey ikki so stúrin – í Norðoyggjum

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2025-03-19 16:42 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyingar eru farnir at óttast USA eftir at Donald Trump er forðin forseti í landinum á øðrum sinni.

Ein góður helmingur av veljarunum halda, at landið fyri vestan er ein hóttan móti tryggleikanum í Føroyum.

Tá Spyr.fo gjørdi veljarakanning fyri BlaðiðVikuskifti í farnu viku, vórðu eisini nakrir spurningar settir um stúran hjá fólkinum.

Ein spurningur ljóðaði soleiðis: "Heldur tú at USA, við Donald Trump sum forseta, er ein tryggleiki ella ein hóttan hjá Føroyum?"

Av teimum, sum svaraðu hesum spurninginum vóru tað 54 prosent, sum svaraðu “ein hóttan”. Bert 9 prosent av teimum spurdu svaraðu, at USA er “ein tryggleiki”, meðan 36 prosent svaraðu “hvørki tryggleiki ella hóttan”.

Sigast skal her, at tað vóru 16 prosent av teimum spurdu, sum søgdu seg ikki vita.

Norðingar minni stúrnir

Í øllum økjum uttan einum er tað ein meiriluti av fólkinum, sum er stúrin um trygdina eftir at amerikanski uttanríkis- og verjupolitikkurin er broyttur munandi við nýggja forsetanum.

Stúranin er størst í høvuðsstaðarøkinum, har 58 prosent siga USA vera eina hóttan. Í Eysturoy eru tey 56 prosent, í Norðstreymi/Vágum 55 posent og í Sandoy/Suðuroy 54 prosent.

Men í Norðoyggjum er úrslitið heilt øðrvísi. Her eru tað 37 prosent, sum siga USA vera ein hóttan, meðan ein knappur helmingur, 49 prosent svara ‘hvørki tryggleiki ella hótan’.

Tølini vísa eisini, at kvinnurnar eru meira stúrnar enn menninir, og at tað eru tey ungu – veljararnir frá 18 til 29 ár, sum eru mest stúrnir.

Um hugt verður eftir hvønn flokk tey siga seg fara at velja, so vísir kanningin at veljararnir hjá Miðflokkinum og Fólkaflokkinum eru minst stúrnir, ávikavist 21 og 31 prosent, meðan veljararnir hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi eru mest stúrnir 69 prosent í báðum førum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder