
Tað er stór undirtøka fyri, at Føroyar framhaldandi skulu vera ein partur av norðuratlantisku verjusamgonguni, Nato.
93 prosent av veljarunum eru fyri og 7 ímóti, vísir ein kanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri BlaðiðVikuskifti.
Spurningurin ljóðaði: “Heldur tú, at Føroyar (saman við Danmark) framhaldandi skulu vera ein partur av Nato?”
Sigast skal, at 10 prosent av teimum spurdu vistu ikki hvat tey hildu um hendan spurningin.
Rættiliga sermerkt við hesi veljarakanning er, at Fólkaflokkurin er tann av teimum stóru flokkunum, sum er minst heitur fyri Nato-samstarvinum.
Flokkurin hevur flutt seg nógv
Hetta er tað øvugta av, hvat nógv minnast frá tíðini, serliga tá Óli Breckmann førdi pennin í Dagblaðnum og tá var heitasti fortalari fyri Nato-verjusamgonguni. Meðan flokkarnir til vinstru ikki rættiliga vildu vita av hesum sambandi.
Í dag er støðan tann, at í Javnaðarflokkinum eru tað 99 prosent av veljarunum, sum siga ja til at vit framhaldandi skulu vera partur av Nato, meðan tað eru 98 prosent av sambandsveljarunum og 91 prosent av tjóðveldisveljarunum.
Vit nevna ikki teir smærru flokkarnir í hesum sambandi, tí her er óvissan rættiliga høg.
Nevnast skal eisini, at tað eru rættiliga nógv, sum ikki vita í Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum, ávikavist 16 og 14 prosent.
Norðan- og sunnanfólk ivast
Líka so sermerkt, sum at Fólkaflokkurin stingur seg burturúr, er tað, at hugburðurin í Norðoyggjum og eisini í Suðuroy/Sandoy er øðrvísi, enn í hinum økjunum, tá hugt verður eftir landafrøðiliga tilknýtinum.
Meðan stuðulin fyri Nato er heilt uppi á 95, 93 og 92 prosentum í Havn, Vágum/Norðstreymoy og Eysturoy, so liggur hon á 88 og 87 prosentum í ávikavist Sandoy/Suðuroy og Norðoyum.
Hyggja vit eftir tølunum, tá tey, ið svara ‘veit ikki’ eru við, er munurin enn týðuligari. Tá eru tað í Norðuroyggjum 68 prosent fyri Nato, 10 prosent í móti og 22 prosent vita ikki. Í Sandoy/Suðuroy eru tølini ávikavist 74, 10 og 16 prosent. Í Norðstreymoy/Vágum hinvegin liggja tølini til samanlíkningar á 91, 6 og 3 prosentum og í Havn 89, 4 og 7 prosentum.
Les eisini: Føroyingar kenna seg ótrygg við Trump sum forseta
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald