2020-03-11 22:32
Eftir at boðini frá Mette Frederiksen, forsætisráðharra, komu um at Danmark meira ella minni stongir, fóru fólk beinanvegin í matvøruhandlar at keypa inn undir seg.
Eisini í Føroyum. Ikki í líka stóran mun, men tá vit vóru í Bónus í Marknagili um tíggju tíðina í kvøld, var týðiligt at fólk panikk-keyptu. Hóast tað ikki var útselt, so var nakað farið av hillunum við wc-pappínumum, og bíðirøðirnar vóru langar við allar tríggjar kassarnar.
Sum skilst hevur hendan støðan eisini verið aðrastaðni í landinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald