Innanlands

Føroyingar kunnu fáa danskt koronupass

Thetis boðar í dag frá, at Sundhedsdatastyrelsen hevur góðkent føroysku fyritøkuna sum kanningarstað, og harvið fáa føroyingar, ið lata seg kanna fyri koronu, beinleiðis atgongd til danska koronupassið MinSundhed

- Vit hava fingið nógvar fyrispurningar um danskt koronupass, og hetta fer at gera tað skjótt og ómakaleyst at fáa somu møguleikar í Danmark (Mynd: Thetis)

- Vit hava fingið nógvar fyrispurningar um danskt koronupass, og hetta fer at gera tað skjótt og ómakaleyst at fáa somu møguleikar í Danmark (Mynd: Thetis)

2021-05-04 17:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyingar, ið lata seg kanna fyri koronu, fáa nú beinleiðis atgongd til danska koronupassið MinSundhed.

Hesum boðar kanningarstovan Thetis frá í dag. Talan er um eitt eitt samstarv, sum er komið í lag millum júst Thetis og Sundhedsdatastyrelsen.

Hetta merkir, at tá ið úrslitið er klárt fyri koronukanning, kann boðast frá hjá danska Sundshedsdatastyrelsen, og verður hettt sjónligt í donsku appini MinSundhed – eftir 20 minuttir.

Seinastu tíðina hevur nógv verið tosað um koronupass og koppsetingarpass, og hvørja ávirkan hetta kann hava á samfelagi. Í Føroyum verður hett ikki nýtt í løtuni, men Thetis vísur á, at danska samfelagið hevur sett strong krøv til tey, ið vilja eta á matstovu, vitja frítíðarstøð o.a. Eitt nú skal kanningarúrslitið fyri koronukanning vísast fyri at fáa atgongd.

- Vit hava fingið nógvar fyrispurningar um danskt koronupass, og kannaðu vit møguleikan fyri at fáa Thetis góðkent sum kanningarstað. Tað eydnaðist, og tað eru vit sera fegin um, sigur Marita D. Magnussen, stjóri í Thetis.

Thetis skrivar, at við nýggju loysnini verður tað so skjótt og ómakaleyst at fáa somu møguleikar í Danmark, sum tey sum hava "danskt koronupass"

Les eisini: Danmark letur meira upp hósdagin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder