Innanlands

Føroyingar savna inn til luthersku kirkjuna í Liberia

Støðan í fátæka vesturafrikanska er verri enn vanligt orsakað av koronastøðuni - Næstan 30.000 krónur komu inn fyrstu vikuna

(Mynd: trubodin.fo)

(Mynd: trubodin.fo)

2020-05-04 15:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Liberia er elsta lýðveldi í Afrika. Landið stríðist við størst fátækadømi - mett verður at yvir 80 prosent av fólkunum liva í tí, og tað er eitt av teimum londunum í heiminum, ið er ringast fyri fíggjarliga. Fyri fimm árum síðani varð landið hart rakt av ebola, og nú er tað korona: 

- Liberia stongdi landamarkini, tá ið Korona-smittan kom inn í landið. Kirkjan hevur somuleiðis stongt, og í løtuni eru ongi tiltøk í kirkjunum. Fólk hava fingið at vita, at tey í mest møguligan mun skulu halda seg heima. Hetta hevur stóra ávirkan á umstøðurnar hjá kirkjufólkunum. Ongar gudstænastur verða hildnar, og tí eru heldur ongar innsavningar, sum verða brúktar til løn til prestarnar og til aðra hjálp. Í Liberia ber ikki til at melda seg í ALS, tá man ikki fær løn, har er einki trygdarnet og eingir hjálparpakkar. Prestarnir og familjur teirra eru tí í stórari fíggjarligari neyð. Tað hevur verið vanlig mannagongd, at kirkjan hevur latið einkjum og familjum, sum sita eftir, tá ið ein prestur er farin, pensjón, men hetta er heldur ikki gjørligt í løtuni. Kirkjan hevur nógvar ymiskar verkætlanir ímillum fólkið, og tey mangla nú tað neyðugu hjálpina fyri at fáa mat í munnin.

Soleiðis lýsir Elisabeth Poulsen av Skála, ið er útsend til Liberia sum trúboðari, støðuna fyri heimasíðuni hjá Trúboðanum. Hon sigur eisini, at gerandisavbjóðingarnar eru vorðnar væl størri, og at heilsuverkið hevur nógvar avbjóðingar; serliga orsakað av manglandi útgerð.

Av tí at so nógv eru ávirkaði av, at kirkjurnar eru stongdar, hevur lutheranska kirkjan í Liberia biðið um bráfeingis hjálp. Promissio, ið er danska missiónsfelagið sum hevur sent Elisabeth Poulsen út, tekur ímóti peninginum úr Føroyum.

Eftir fyrstu vikuna vórðu 27.800 krónur komnar inn í Føroyum. Innsavnanin heldur fram til sunnudagin 10. mai.

Til ber at lesa meira her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder