
Tað var ein vælhýrdur nýklæktur landsstýrismaður í Vinnumálum, sum setti ársins Vinnudag í Norðurlandahúsinum seinasta fríggjadag. Magnus Rasmussen brúkti stóran part av síni setanarrøðu at umrøða tíðina við korona, og hvussu væl vit føroyingar høvdu megnað at tacla hesa nýggju og torføru støðu.
-Endiliga eru vit á veg úr heimsfevnandi koronukreppuni. Tað hevur verið heilt avgerandi, at vinnan hevur tikið avbjóðingarnar, sum tær komu, at tit hava hildið á, í tann mun tað bar til, og at øll hava fylgt almennu tilmælunum so væl. Eg vil takka tykkum fyri góða samstarvið. Tað gevur orsøk til at síggja ljóst upp á framtíðina við vissu um, at vit eisini klára aðrar stórar avbjóðingar og kreppur so hvørt, sum tær koma, segði landsstýrismaðurin framman fyri eini nærum 300 stórari fjøld av kvinnum og monnum.
Avgerandi at duga at laga seg til broytingar
-Vit skulu ikki læra at verða broytingarsinnaði, tí tað er okkum íborið. Vit kenna ikki til annað enn skiftandi veður, skiftandi úrtøku og smidliga arbeiðsmegi.
Evni at laga seg til broytingar er góður førleiki í dag, og verður tað ikki minni í framtíðini. Ein stórur partur av størvunum, sum vit kenna í dag fara at hvørva, og onnur koma í staðin. Tí eru evnini at laga seg til nýggjar umstøður og at taka við nýggjum avbjóðingum so avgerandi.
Magnus Rasmussen, sum umframt at umsita vinnumál, eisini umsitur umhvørvismál, minti á, at umhvørvismál og veðurlagsbroytingar fara at krevja nógv av okkum komandi árini. Tað er ikki longur neyðugt at taka støðu til, um okkum nýtist at gera nakað fyri at dálka minni og brúka minni orku. Ta støðuna tekur marknaðurin fyri okkum. Vilja vit útflyta okkara vørur, og vilja vit verða eitt áhugavert ferðamál, so mugu vit vísa heiminum, at vit taka umhvørvið og náttúruvernd í álvara segði hann og fegnaðist tí um átøk, sum flyta okkum rætta vegin.
Burðardygt Vinnulív
Eitt av hesum er átakið Burðardygt Vinnulív, sum tólv fyritøkur hava tikið stig til fyri at avmarka teirra útlát av veðurlagsgassum.
-Eg haldi, at tað er fyrimyndarligt, at tit hava sett tykkum slík mál fyri at gera so munandi umhvørvisátøk – og eg havi noterað mær, at í bóklinginum, sum tit hava gjørt um átakið, siga fleiri tykkara, at tit ikki bara vilja minka um útlátið, men eisini at tit vilja bjóða fram nýggjar loysnir og vørur, sum hjálpa til eitt betri umhvørvi. Tit hava sostatt megnað at umskapa umhvørviskrøv og -trupulleikar til nýggjar vinnuligar møguleikar segði landsstýrismaðurin og helt fram:
-Umhvørvisavbjóðingarnar eru øgiligar. Men við at síggja tær sum møguleikar, heldur enn forðingar, og at síggja loysnirnar sum møguligar nýggjar inntøkur, heldur enn sum útreiðslur, broytist myndin púrasta.
Fyritøkur mugu støðan í Føroyum
Tað eru eisini fleiri føroyskar íverksetarafyritøkur. sum hava sæð avbjóðingarnar sum møguleikar heldur enn forðingar og tískil hava funnið skynsamar loysnir. Ofta loysnir, sum taka støði í vitanini og tilknýtinum, sum vit hava til sjógvin og sum keyparar úr øllum heiminum kunnu fáa ágóðan av.
Men tað er tungt at fáa vitanarfyritøkur at vaksa í Føroyum. Vit hava hampuligar umstøður at brynja fyrstu hugskotini og at byrja menningina av nýggjum vørum, men tá ið fyritøkurnar vaksa, velja tær ofta at flyta av landinum fyri at fáa atgongd til kapital, vitan og netverk.
Vit mugu virka fyri, at fyritøkur kunnu byrja, mennast, trívast og støðast í Føroyum, samstundis sum tær vaksa á altjóða marknaðinum. Og tað er ein av orsøkunum til, at landsstýrið hevur skipað Vakstrarforum, ið eg annars ikki skal koma neyvari inn á her.
(Magnus Ramussen viðgjørdi eisini trupulleikan við manglandi arbeiðsmegi og hevði okkurt nýtt at bera fram í hesum sambandi. Lesið um hetta í komandi grein)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald