Innanlands

Brekumboðið á ST ráðstevnu í New York

COSP 19 ráðstevnan er fyri lond, ið hava staðfest sáttmálan hjá Sameindu Tjóðum um rættindi hjá fólki, ið bera brek

Eilif Arge, brekumboð, á ST høvuðsborgini í New York

Eilif Arge, brekumboð, á ST høvuðsborgini í New York

2026-06-10 17:27 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Altjóða ST ráðstevnan COSP 19 er í New York í hesum døgum.

Ráðstevnan er fyri lond, ið hava staðfest sáttmálan hjá Sameindu Tjóðum um rættindi hjá fólki, ið bera brek.

Á ráðstevnuni hittast umboð fyri stjórnir, áhugafelagsskapir, mannarættinda- og umboðsstovnar og altjóða felagsskapir úr øllum heiminum fyri at kjakast um støðuna hjá fólki ið bera brek og um, hvussu rættindini, sambært brekrættindasáttmálanum, kunnu styrkjast.

Í ár er høvuðsevnið "CRPD at 20 – Celebrating and consolidating achievements and shaping.the next phase of implementation in a changing world", í sambandi við at 20 ár eru liðin síðani sáttmálin varð samtyktur.

Luttøkan gevur Brekumboðnum høvi at fylgja við í nýggjastu altjóða menningini á brekrættindasøkinum, knýta sambond við líknandi stovnar og felagsskapir kring heimin, og fáa íblástur til arbeiðið við at fremja og verja rættindi hjá fólki ið brek í Føroyum.

- Tað er týdningarmikið, at Føroyar eru partur av altjóða kjakinum um rættindi hjá fólki ið bera brek. Á COSP fáa vit innlit í góðar royndir úr øðrum londum og møguleika at deila okkara egnu royndir og avbjóðingar, sigur Eilif Arge, Brekumboð.

Umframt høvuðsfundirnar í stóra salinum luttekur Brekumboðið eisini á fleiri fakligum tiltøkum við altjóða samstarvspørtum.

Ráðstevnan verður hildin í høvuðssætinum hjá ST í New York, og savnar luttakarar úr øllum heiminum.

Ráðstevnan endar í morgin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder