
Ein føroyskur fiskimaður, sum fiskaði út fyri kanadisku strondina, hevur avmyndað nakað, sum fá menniskju hava sæð, og sum nú verður kjakast um og viðgjørt í altjóða fjølmiðlum.
Tað var er toftamaðurin Hallur Antoniussen, búsitandi í Kanada, sum herfyri avmyndaði eitt svart ísfjall, sum fleyt millum teir bleiku ísklumparnar annars í Labradorhavinum.
Tað var um miðjan mai, at Hallur tók myndina umborð á trolaranum Saputi. Hann gjørdist bilsin, men ikki meira bilsin, enn at hann fekk tikið mynd av sermerkta ísklumpinum.
- Eg havi fyrr sæð ísfjøll, sum hava rullað á strondini, og tí hava havt smásteinar uppi á sær. Men hetta var øðrvísi. Ikki bara var tað heilt svart, tað hevði næstan ein form sum diamantur, hevur Hallur Antoniussen greitt CBC radiostøðini frá.
CBC hevur tosað við fólk, sum hava skil fyri ísfjøllum og tey ymsu litbrigdini, sum tey kunnu hava. Tá ísfjøllini eru hvít er tað tekin um, at nógvar luftbløðrur eru í teimum, og at talan er um ung ísfjøll.
Eru tey klár sum glas, er talan um eldri ís, har luftbløðrurnar eru trýstar úr teimum, tey kunnu fáa ein bláan dám. Onkuntíð er jarntvísúrni í ísfjøllunum – hetta evnið er gulligt á liti, og tá hetta fyrikemur saman við tí bláa litinum, so tykjast ísfjøllini grøn á liti.
Serfrøðingurin, Lev Tarasov frá Memorial University í Kanada sigur, at tað er meira sjáldsamt við myrkum ella svørtum ísfjøllum.
Ein frágreiðing kann vera, at talan er um ís, ið hevur ikið eftir landi, og tí hevur nógvar steinar í sær. Ísurin kann eisini hava verið í sambandi við leivdirnar av einum eldgosi ella einum loftsteinaniðursláttri og harvið er fult av øsku og øðrum myrkum evnum.
Um so er, kann talan vera um ís, sum er heilt gamal – kanska millum 1.000 og 100.000 ár, sigur Tarasov við CBC.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald