Innanlands

Føroyingur bjargaður úr ísakalda Barentshavinum

Johnhard Poulssen datt út undir troling – tíbetur var manningin væl fyrireikað

Teir fýra, sum vóru á trolaradekkinum lagnudagin 2. desember. Tað er Johnhard, sum verður lyftur (Mynd: froya.no)

Teir fýra, sum vóru á trolaradekkinum lagnudagin 2. desember. Tað er Johnhard, sum verður lyftur (Mynd: froya.no)

2020-01-03 14:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyingurin Johnhard Poulsen kann takka sínum skipsfeløgum fyri, at hann kundi halda jól sum ætlað hesaferð. Tá hann lá í ísakalda Barentshavinum, hevði hann ikki nógvar vónir um, at hann fór at sleppa frá hendingini við lívinum.

Tað var sjaskveður, myrkt og ísakalt, tá óhappið hendi 2. desember í fjør, 30 fjórðingar norðan fyri Nordkapp. Johnhard Poulsen hevði deksvakt tá hann sló út av norska trolaranum Ramoen. Fleiri ferðir varð hann drigin undir kav í ísakalda Barentshavinum, men so var tað, at John Haftor Haftorsen og hinir skipsfelagarnir tóku stig til at bjarga honum og fáa hann innaftur.

Norski miðilin Frøya Nyheter hevur tosað við John Haftor Haftorsen, sum greiðir frá hendingini.

- Onkur fylgdi við okkum úr erva. Vit gjørdu alt rætt og vit vóru væl fyrireikaðir, sigur John Haftor við lokala miðlinum, sum tosaði við trolbassan meðan hann var heima í jólaferiu.

Ein vanlukka hendir altíð knappliga og óvæntað, sigur hann, og leggur afturat:

- Tá ein maður slær út í vindi, myrkri, høgari aldu og 4-5 stigum í sjónum, so siga hagtølini, at tað sjáldan endar væl.

Ein endi slitnaði
Teir vóru til fiskiskap við trolaranum Ramoen í Barentshavinum. Um fýra tíðina henda seinnapartin hendi tað, sum ikki skuldi henda. Men manningin hevði vant hesa støðuna, men hevði tó ikki ætlað, at hetta nakrantíð skuldi gerast veruleiki, greiðir 32 ára gamli John Haftor frá.

Ein endi slitnaði, og tók og syfti ein av manningini fyri borð. Hinir tríggir á dekkinum og stýrimaðurin á brúnni sóu beinanvegin álvaran í støðuni, og blakaðu tvær bjargingarboyur út har Jonhard lá í sjónum. Men teir sóu skjótt, at skipið lá ov langt frá manninum, og at línurnar ikki rukku aftur til har, ið Jonhard lá og baksaðist í ísakalda sjónum.

Alarmurin fór í gongd, og øll hini skipini, sum vóru nærhendis fingu boð um at Ramoen hevði mist ein mann.

- Tá alarmurin fer í gongd, verður øll manningin kallað út á dekkið. Vit eru tilsamans 34 mans við skipinum, harav fýra føroyingar. Samstundis støðgaðu øll hini fiskiskipini við fiskiskapinum og komu við í leitingararbeiðið.

Bølamyrkt
Næsta stig var at fáa MOB-bjargingarbátin á sjógvin.

- Tað var bølamyrkt. Tað einasta vit sóu, var ljósini frá skipunum.

- Sum stýrimaður á mobbinum var mín fyrsti tanki at koma nakað burtur frá Ramoen. Eg roknaði við, at stýrimaðurin helst fór at venda trolaranum, so at vit fingu betri møguleika at lurta eftir rópum og lýsa við ljóskastarunum.

- Vit báðir í mob-bátinum skuldu ansa eftir streymi, aldu og vindi. Tá vit vóru í aldudalinum sóðu vit einki, men fingu boð frá Ramoen gjøgnum sendaran, at onkur hevði hoyrt róp og sæð endurskin eitt petti frá okkum.

- Fyri at hoyra og síggja betri, slakaðu vit av á bátinum, og tá var tað, at vit hoyrdu rópini um hjálp.

- Vit sigldu móti rópunum og tey gjørdust harðari. Tá vit endiliga sóu Jonhard var tað ein stórur lætti. Vit tveittu ein togenda út og drógu hann til bátin.

- At fáa hann umbroð var ikki so einfalt. Termodraktin var full í sjógvi, men hann hevði sparkað stúvlarnar av sær, fyri at kunna svimja meðan hann lá í sjónum. Vesturin hann hevði um seg, hevur helst eisini verið við til at bjarga lívið á honum.

Johnhard var væl fyri
- Síðan sigldu vit aftur til Ramoen har manningin bíðaði, spent og óttafull, greiðir John Hafthor Hafthorsen frá.

Gleðin var stór, tá Jonhard sjálvur kleiv úr mobbinum og sjálvur kundi ganga inn á sjúkrastovuna. Øll hendingin tók kanska eitt korter, og føroyingurin vísti seg at vera væl fyri hóast hann hevði ligið í ísakalda sjónum.

John Haftor Haftorsen er eftir hendingina glaður og takksamur fyri, at alt spældi væl av, men vísir eisini á týdningin, at manningin er fyrireika til slíkar vandastøður.

Johnhard Poulsen hevur fyri Sunnmøreposten greitt frá, at hann av onkrari orsøk helt seg róligan alla tíðina, eisini hóast hann lá leingi undir, tí hann varð drigin undir av skrúvuni. Men hann helt seg róligan, merkti ikki til kuldan, og byrjaði fyrst at rópa, tá hann sá at bjargingarbáturin var komin at leita eftir honum.

Ikki fyrr enn hann var umborð á trolaranum aftur í øllum góðum, kendi hann kuldan og fór at skelva. Hann var skjótur klárur aftur at taka sítt tørn umborð - hann misti bert eina vakt av hendingini.

Johnhard er royndur trolaramaður og hevur siglt við hesum sama reiðarínum í 15 ár. Ramoen er nýggjur, nýmótans trolari, bert trý ára gamal.

Eftir at hava ligið inni um halguna, fór Ramoen aftur til fiskiskap í dag - og Johnhard er við.

[object Object]
Ramoen við bryggju eftir síðsta túr undan jólum (Mynd: Ramoen á Facebook)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder