2020-05-18 08:47
Í gjár var sóknast eftir einum føroyingi, sum var einsamallur á veg í seglbáti úr Haugesund í Noregi til Føroya. Hann skuldi verið komin til Hetlands fríggjadagin, men kom ikki fram.
Í nátt fann hetlendska bjargingartænastan seglbátin og sleipaði hann til Hetlands, veit Kringvarpið at siga í morgun.
Talan er um seglbátin Camalui, sum er skrásettur í Vejle í Danmark. Hann fór úr Haugseund í Noregi mikudagin. Tá hann ikki kom fram sum ætlað, varð ein leiting sett í verk í gjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald