Mentan

Føroysk bókasøvn stovnað nýggja bókmentavirðisløn

Tað eru lesarar, ið avgera, hvør skal vinna "Lesaravirðislønina" – Tey trý verkini, ið eru tilnevnd, eru "Saga JAM" eftir Høgna Mohr, "Summarið varar ikki alt árið longur" eftir Katrin Ottarsdóttir, og "Tám" eftir Jón Thorsteinsson

2024-02-03 16:45 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tey føroysku bókasøvnini, sum er eitt samstarv millum størstu bókasøvnini í Føroyum - Býarbókasavnið í Havn, Bókasavnið við Løkin, Klaksvíkar Bókasavn og Landsbókasavnið - hava stovnað nýggja bókmentavirðisløn.

Nýggja bókmentavirðislønin ber heitið "Lesaravirðislønin hjá teimum føroysku bókasøvnunum", og eru tað lesararnir sjálvir, ið gera av, hvør bók skal vinna ársins lesaravirðisløn.

Til ber at atkvøða longu nú fyri einari av trimum tilnevndum skaldsøgunum.
– Virðislønin er sett á stovn til tess at seta sjóneyku á føroyskar bøkur, sum á hvørjum ári verða mest læntar og lisnar runt um á teimum føroysku bókasøvnunum, men eisini fyri at geva lesarunum eina rødd og høvi at virðisløna og fagna teimum bókunum, sum hava verið ársins mest læntu bøkur, skriva bókasøvnini í tíðindaskrivi.

– Ein virðislønarnevnd, sum er mannað av starvsfólki frá føroyskum bókasøvnum, tilnevnir á hvørjum ári trý verk at atkvøða um. Tilnevningarnar byggja á útlánshagtøl hjá øllum føroysku fólkabókasøvnunum, umframt hagtøl hjá Landsbókasavninum.

Tey trý verkini, sum er tilnevnd, eru "Saga JAM" eftir Høgna Mohr, "Summarið varar ikki alt árið longur" eftir Katrin Ottarsdóttir, og "Tám" eftir Jón Thorsteinsson. Meira kann lesast um bøkurnar her.

Atkvøðugreiðslan um, hvør skal hava lesaravirðislønina byrjaði 1. februar og heldur fram til 1. mars.  Nýstovnaða virðislønin verður latin á almennari móttøku í mars. Virðislønarupphæddin er 30.000 krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder