Í seks ár hava Jákup Sofusson og Kenneth Hovgaard undirhildið og tulkað klassikarar fyri ymiskum áskoðarafjøldum undir navninum Charlie George is a Cat.
Hetta tónleikaliðið er uppkallað eftir einum gomlum Arsenal-spælara, einari fótbóltslegendu í London.
Teir skriva sjálvur, at man hevur flogið undir radaranum øll árini, og at Charlie George is a Cat hevur ikki givið nakað enn - fyrrenn nú.
Í hesum jólatíðum eru Jákup og Kenneth komnir við einum boði upp á ”Have Yourself a Merry Little Christmas”. Tað var Judy Garland, ið framførdi uppruna útgávuna í 1944, og Frank Sinatra var við at gera sangin meira kendan við sínari útgávu. Í nýggjari tíð er Micheal Bublé ein av teimum, ið hevur givið sangin út aftur og framført hann nógv.
Nú er ein "føroysk útgáva" so komin. Til ber at hoyra hana niðast.
Kenneth Hovgaard syngur. Jákup Sofusson hevur havt streingir, upptøkur, mix og mastring um hendi. Pauli Magnussen spælir bass.
(Youtube/Jákup Sofusson)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald