Mentan

Føroysk filmsfólk skipað seg við nýggjari nevnd

Seinastu árini hevur filmsvinnan ment seg nógv. Nógv ung fólk leggjast til og stovna nýggj og kreativ filmsvirki

2023-10-17 10:18 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin var aðalfundur í felagnum “Føroysk filmsfólk” og ein nýggj nevnd er vald. Av fimm nevndarsessum eru fýra nývald inn í nevndina: Eir í Ólavsstovu, Herluf Sørensen, Karen Kristianna Hildardóttir Gram og Rógvi Rasmussen. Andrias Høgenni var afturvaldur.

Ingun í Skrivarastovu, sum hevur myndað felagið sum forfólk, hevur valt, aftaná nógv ár, at takka fyri seg. Felagið takkar henni og fráfarandi nevnd, fyri tað megnar arbeiði tey hava gjørt fyri at lyfta filmsumhvørvið í Føroyum upp á eitt støði, sum var óhugsandi fyri fáum árum síðan.

Nevndin hevur mong mál fyri framman, og gleðir seg at fara til verka. Seinastu árini hevur filmsvinnan ment seg nógv, og vit gera vart við okkum uttanlands við nógvum ymiskum filmverkætlanum, bæði innan fiktión og heimildarfilm, og fleiri føroyingar eru farnir í holt við hægri útbúgving innan filmsgerð. Her heima hava vit eitt vaksandi filmsumhvørvi, sum á mangan hátt virkar væl. Nógv ung fólk leggjast til og stovna nýggj og kreativ filmsvirki.

Komandi ár verður felagið 10 ár, og tað ætlar felagið at hátíðarhalda við ymiskum tiltøkum.

Nevndin hevur skipað seg soleiðis: Forfólk: Eir í Ólavstovu. Næstforfólk: Andrias Høgenni. Kassameistari: Rógvi Rasmussen. Skrivari: Karen Kristianna Hildardóttir Gram. Nevndarlimur: Herluf Sørensen. Tiltakslimur: Brandur Teitsson. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder