2023-02-03 20:12
Bjórin 1888 var bryggjað sum ein serútgáva fyrstu ferð tá ið bryggjaríið hátíðarhelt 125 ár. Móttøkan var somikið góð, at vit valdu at halda áfram við henni sigur Annika Waag bryggjari, ið hevur ment hesa bjórina.
Nú verður 1888 til keyps í nýggjum búna í 33 cl. Smakkurin er hin sami serstaki við lættari elegantari frukt- og humluaroma.
Bjórin hóskar væl sum ein apertif ella at njóta afturvið góðum mati, so sum fiskarættum og løttum rættum verður sagt frá Føroya Bjór.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald