Mentan

Føroysk myndlist í nýggjum ljósi á Listasavninum

170 listaverk eru vald út millum tey 3.000 í goymsluni. Framsýningin tekur støði í einari søguligari gongd, har gesturin kann fylgja menningini í føroyskari myndlist.

(Mynd: art.fo)

(Mynd: art.fo)

2026-11-01 11:19 Author image
Innsent
placeholder

Fríggjadagin 6. november klokkan 16 til 19 bjóðar Listasavn Føroya til fernisering av nýggju uppheingingini av føstu framsýningini. Á skránni verða røða, tónleikur, ábit og ein stutt rundvísing.

Fasta framsýningin er kjarnin í Listasavni Føroya. Hon vísir eitt úrval úr felags listasavninum, og er við til at mynda fatanina av føroyskari myndlist og listasøgu. At heingja hana upp av nýggjum er tí eitt stórt og týdningarmikið arbeiði. Tað snýr seg um, hvørji verk fáa pláss, hvussu tey møtast, og hvørjar søgur verða sagdar.

Úr samlingini, ið telur umleið 3.000 listaverk, eru umleið 170 verk vald út og sett í nýggjan samanhang. Framsýningin tekur støði í einari søguligari gongd, har gesturin kann fylgja menningini í føroyskari myndlist frá eldri verkum til samtíðarlist. Á leiðini møtast eisini verk tvørtur um tíð og ættarlið, so nýggj sambond gerast sjónlig.

Ein slík umskipan krevur tíð, umhugsni og nógv arbeiði, og úrslitið fer at mynda upplivingina av savninum í komandi árum. Kend verk fáa nýggjar grannar, og onnur fáa høvi at koma fram í ljósið. Eisini tey, sum kenna savnið væl, kunnu tí vænta sær eina nýggja uppliving.

Nýggja fasta framsýningin er ein inngongd í føroyska myndlist og ein innbjóðing til at steðga á, hyggja nærri og síggja samlingina við nýggjum eygum. Hetta vilja vit fegin hátíðarhalda saman við gestunum.

Ferniseringin byrjar klokkan 16, tá Solveig Hanusardóttir Olsen, stjóri, bjóðar vælkomin og heldur røðu um tankarnar aftan fyri nýggju uppheingingina. Síðani verður tónleikur og ábit. Klokkan 17 verður ein 20 minuttir long rundvísing í framsýningini.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder