Uttanlands

Føroysk sendistova í Washington var til umrøðu á fundinum

- Eitt styrkt samstarv við USA er við til at økja um møguleikarnar innan so mong øki, og vit hava nógv áhugamál til felags, segði Jenis av Rana eftir fundin við Mike Pompeo í dag, har ein samstarvskarmur varð avtalaður

Jenis av Rana og Mike Pompeo (Mynd: Uttanríkis- og Mentamálaráðið)

Jenis av Rana og Mike Pompeo (Mynd: Uttanríkis- og Mentamálaráðið)

2020-07-22 18:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í dag var fundur í Keypmannahavn í samband við at amerikanski uttanríkisráðharran Mike Pompeo vitjaði. Í fyrra partinum av fundinum tosaðu uttanríkisráðharrarnir í ríkisfelagskapinum, Jenis av Rana, Jeppe Kofod og Steen Lynge, við Mike Pompeo. 

Les eisini: 

Høgni Hoydal: Absurd at Føroyar og Grønland ikki vóru við á øllum fundinum

Heimasíðan hjá Uttanríkis- og Mentamálaráðnum skrivar, at partarnir eru glaðir fyri  góðu viðurskiftini millum londini og eitt slag av avtalu kom í lag: Ein samstarvskarm, sum eftir ætlan verður staðfestur í einum semjuskjali millum landsstýrið og amerikonsku stjórnina.

Eisini varð tosað um, hvussu samstarvið kann styrkjast, og ein føroysk sendistovu í Washington var til umrøðu

- Fundurin í dag var eitt stórt fet á drúgvu leiðini at styrkja um samstarvið millum USA og Føroyar. Vit hava nógv áhugamál til felags, ikki minst trygdina í tí heimi, vit eru ein partur av. Eitt styrkt samstarv við USA er við til at økja um møguleikarnar innan vinnulív, handil, útbúgving, gransking, orku, list, mentan og mong onnur øki,” sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður.

Arktis var eisini til umrøðu á fundinum. Tað er eitt øki, ið USA hevur stóran áhuga fyri.

Mike Pompeo hevði eisini fund við Mette Frederiksen og hevði ein stuttan tíðindafund tíðliga seinnapartin við yvirskipaðari kunning.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder