2024-11-25 14:48
G! Festivalurin í Gøtu kunnger í dag fyrsta navnið á plakatini til komandi festivalin: Hallur Joensen.
Øll kenna countryløgini, sum í lurtinum eru spæld, dag út og dag inn, í áravís, "Kyss ein eingil hvønn morgun", "Vinir eru reyðagull", "Lívið er ein lítil løta", fyri bert at nevna nøkur úr rúgvuni.
Røddina hevur hann av gulli og framførslur hansara eru framúr. Hallur Joensen er ikki bert ein sera fyrikomandi maður úr Klaksvík, hann er av sonnum ein countrystjørna!
G! festivalurin verður dagarnar 17.-19. juli 2025.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald