
EGS stendur fyri Evropeiska Gjaldoyrasamstarvið (á donskum ØMU). EGS-skuld er ein ávísur máti at rokna bruttoskuld, sum ger tað møguligt at samanbera skuldarstøðið hjá ymsum londum. Talan er soleiðis um ein felags uppgerðarhátt. EGS-leisturin verður nú oftani nýttur sum eitt lyklatal, tá samanberingar verða gjørdar um almenna skuld í ymsum londum, eisini hjá londum sum ikki eru limir í ES.
EGS-skuldin hjá Føroyum er um 44% av BTÚ við ársenda 2020, samanborið við 35% við ársenda 2019.
Orsøkin til vøksturin er, at landskassin hevur økt lántøkuna við 1,6 mia. kr. í 2020 í sambandi við Covid-19.
Myndin niðanfyri vísur, at EGS-skuldin hjá Føroyum liggur undir tey 60%, sum er avtalaða hámarkið fyri Evrulondini. Myndin vísur eisini, at Føroyar í EGS-skuld liggur á sama støði sum hini Norðanlondini, men hevur væl minni EGS-skuld enn stóru evropeisku londini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald