Fólkatalið í Føroyum nærkast nú 52.500. 1. mai í ár vóru vit komin upp á 52.484 borgarar, vísa nýggjastu dagføringarnar hjá Hagstovuni.
Nýggjasta talið er 834 fleiri enn 1. mai 2019, og tað svarar til ein vøkstur á 1,6 prosent.
Hetta kemur av einum burðaravlopið á 267, ið gevur ein triðing av fólkavøkstrinum, og eini nettotilflyting á 567, ið gevur tveir triðingar av fólkavøkstrinum.
Trendurin vísir, at fráflytingin síðani 2015 hevur ligið um 100 fólk mánaðarliga. Tilflytingin hinvegin er vaksin rættiliga støðugt síðani 2011 úr eini 100 fólkum upp til eini 145 mánaðarliga. Síðani 2018 hevur hon ligið um 150.
Tilflytingin er soleiðis gingin frá fráflytingini seinnu árini, og ískoytið til fólkavøksturin frá nettoflytingini – tað er gloppið millum tilflyting og fráflyting – er nú gott 45-50 fólk mánaðarliga.
Tá hugt verður eftir føðingartølunum vísir trendurin, at talið á nýføðingum hevur ligið støðugt um 50 børn mánaðarliga seinastu nógvu árini, men seinastu fimm árini er talið av føddum børnum farið upp á 55. Tað svarar til eitt føðital, ið er um 660 árliga.
Talið av deyðum hevur ligið í fastari legu hesi seinastu árini og er um 30-35 mánaðarliga, skrivar Hagstovan.
Landafrøðiliga var fólkavøkstur í øllum høvuðsøkjum uttan í Suðuroy. Nógv størsti vøksturin var í Tórshavnarøkinum við 449 fólkum og síðani í Eysturoy við 178 fólkum.
Eisini lutfalsliga var størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum við 2,3 prosentum. Tað búgva 39 prosent av øllum fólkinum í Føroyum í Tórshavnarøkinum, men vøksturin her var 449 fólk, svarandi til 54 prosent av øllum fólkavøkstrinum í landinum
Í Eysturoy búgva 23 prosent av fólkinum í Føroyum. Vøksturin har á 178 fólk svarar til 21 prosent av fólkavøkstrinum fyri alt landið. Í Norðoyggjum búgva 12 prosent av fólkinum – teirra partur av fólkavøkstrinum er nakað minni og svarar til 10 prosent.
Í Streymoyarøkinum annars búgva 9 prosent av fólkinum, og teirra partur av fólkavøkstrinum er 6-7 prosent. Í Vágum búgva stívliga 6 prosent av fólkinum, og teirra partur av vøkstrinum var neyvt tann sami. Í Sandoy búgva stívliga 2 prosent av fólkanum, og teirra partur av fólkvøkstrinum var nakað tað sama. Í Suðuroy býr ein minkandi partur av fólkatalinum, nú beint niður um 9 prosent, og henda gongdin tykist bara at halda fram, skrivar Hagstovan.
Útoyggjarnar halda tørn, uttan Hestur, ið nú er minkað niður í 18 fólk, og Koltur, har eingin býr longur sambært landsfólkaskránni. 8 eru komin aftrat í Nólsoy, 4 í Svínoy, 3 í Fugloy, 2 í Mykinesi og í Skúvoy og 1 í Kalsoy.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald