2020-03-11 20:38
Føroyska Kreppuráðið fer í kvøld at viðgera støðuna, nú Danmark í kvøld hevur hert tiltøkini móti coronasmittuni.
Danmark stongir meira ella minni. Øll skúlagongd er avlýst, dagstovnar stongja og almenn starvsfólk verða send til hús.
Løgmaður hevur tíðindafund í morgin klokkan 9, men sambært Kringvarpinum skal Kreppuráðið viðgera, um føroyskir myndugleikar skulu koma við boðum fyrr enn tað.
Kreppuráðið hevur yvirskipaðu tilbúgvingina í landinum. Í Kreppuráðnum eru allir aðalstjórarnir, løgreglan, Arktisk kommando og kommunurnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald