Innanlands

Føroyskir læknar mintir á at boða frá um fólk doyggja stutt eftir koppseting

Trý fólk eru higartil deyð stutt eftir at tey eru koppsett ímóti covid-19. Landslæknin sendi í gjár áminning til læknar um herdu fráboðanarskylduna

Læknar hava herda fráboðanarskyldu í sambandi við deyðstilburð stutt eftir koppseting móti covid-19

Læknar hava herda fráboðanarskyldu í sambandi við deyðstilburð stutt eftir koppseting móti covid-19

2021-08-04 12:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Landslæknastovnurin sendi í gjár kommunulæknafelagnum og læknafelagnum eina áheitan at kunna sínar limir um herdu fráboðanarskylduna í sambandi við deyðstilburð stutt eftir koppseting móti covid-19.

Herda fráboðanarskyldan er galdandi fyri allar føroyskar læknar. Doyr ein persónur innan sjey dagar eftir koppseting, skal læknin boða løgregluni frá hesum, sum síðani skipar fyri rættarlæknaligari líkkanning.

Tað sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni, í svari upp á fyrispurning frá Portalinum, sum afturvendandi hevur spurt um nýggjar fráboðanir skulu vera komnar.

Fyrst í julimánað vóru grovar ákærur førdar fram av dulnevndu Facebook-síðuni Coronavitan, sum vildi vera við, at 13 morð vórðu framd av prikunum móti koronu.

Higartil hevur landslæknin fingið tríggjar fráboðanir um deyðstilburðir stutt eftir koppseting. Í eina førinum er tað 14 dagar aftaná koppseting, og í hinum báðum førinum er tað innan sjey dagar. Í øllum trimum førum er rættarlæknalig líkskoðan gjørd, men enn eru seinastu kanningarúrslitini ikki tøk. Í fyribils úrslitinum verður sagt, at tað ikki er prógvað at samanhangur er millum deyðstilburð og koppsetingina.

Annars hevur landslæknin ikki nógv tøl tá tað kemur tl hetta. Burtursæð frá deyðstilburðinum 14 dagar eftir koppseting, hevur stovnurin ikki tøl fyri, um onnur eru deyð fleiri enn sjey dagar eftir kopping.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder