Innanlands

Føroyskir næmingar kunnu læra um fíggjarviðurskifti á netinum

Undirvísingin verður flutt út á netið - tað ger tað møguligt hjá føroyskum næmingum at vera við

2020-03-24 07:17 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Frá 24. mars til 31. mars kunnu føroyskir fólkaskúlanæmingar luttaka í væl umtóktu undirvísingini í fíggjarligum viðurskiftum, sum Finans Danmark skipar fyri í samstarvi við danskar støddfrøðilærarar.

”Pengeuge” er heitið á árligu donsku undirvísingarvikuni, ið hevur til endamáls at geva børnum og ungum eina grundleggjandi fatan av fíggjarviðurskiftum og harvið gera tey tilvitað um egin peningaviðurskifti, nýtslu, lán o.a. Undirvísingin er serliga ætlað næmingum í 7.-9. flokki, men allir skúlar og lærarar kunnu brúka undirvísingartilfarið, sum er framleitt til høvið. Undirvísingarvikan plagar at vera sera væl umtókt, og í fjør luttóku 780 danskir skúlaflokkar.

Vanliga ber tað ikki til hjá føroyskum næmingum at luttaka, av tí at undirvísingin bert plagar at fara fram á donskum skúlum. Orsakað av koronasmittuni er undirvísingin í ár tó skipað sum fjarundirvísing á netinum, og tí kunnu føroyskir næmingar eisini fáa gagn av undirvísingartilfarinum, meðan teir í hesum døgum arbeiða heimanífrá.

Hesum boðar BankNordik frá í dag.

Undirvísingin byrjar í dag, týsdagin 24. mars, og næmingarnir kunnu stroyma undirvísingina beinleiðis á netinum. Alt tilfarið verður harumframt tøkt á heimasíðuni, so tað ber eisini til at brúka tað í undirvísingini seinni, um lærarar meta tað liggja betur fyri.

Skráin komandi vikuna

Týsdag 24. mars kl. 8: Privatøkonomi – Niveau 1 Viden om Penge (til 7. flokk)
Mikudag 25. mars kl. 13:30: Privatøkonomi – Niveau 2 Styr på dine penge (til 8.-9. flokk)
Hósdag 26. mars kl. 13: Samfundsøkonomi 

Týsdag 31. mars kl. 10: Unge og digital sikkerhed

Undirvísingartilfar 

Her ber til at stroyma undirvísingina 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder