Innanlands

Føroyskir og íslendskir menn hava ikki sama uppruna

Hetta staðfestir vísindarlig grein sum Eyðfinn Magnussen frá Fróðskaparsetrinum hevur gjørt saman við tveimum amerikanskum granskarum. Hon byggir á kanning av føroyskum dreingjum fyri tjúgu árum síðani og broytir eina gamla hugsan

Føroyingar og íslendingar í manslandsdysti í 2021. - Framkomnar greiningar av føroysku ílegunum vístu, at føroysku niðursetumenninir høvdu ein breiðan skandinaviskan uppruna, meðan íslendsku genotypurnar høvdu ein nógv smalari uppruna. 

Føroyingar og íslendingar í manslandsdysti í 2021. - Framkomnar greiningar av føroysku ílegunum vístu, at føroysku niðursetumenninir høvdu ein breiðan skandinaviskan uppruna, meðan íslendsku genotypurnar høvdu ein nógv smalari uppruna. 

2024-12-05 18:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Nú vísir tað seg, at "okkara" niðursetumenn komu frá ymiskum genpuljum í Skandinavia, meðan íslendsku genotypurnar høvdu ein nógv smalari uppruna.

Tað sigur Eyðfinn Magnussen, lívfrøðingur á Náttúruvísindadeildini, sum saman við amerikanskum starvsfeløgum hevur gjørt nýggja kanning, sum nú er almannakunngjørd í vísindaliga tíðarritinum Frontiers. Eyðfinn hevur arbeitt saman við Allison E. Mann og Christopher R. Tillquist, granskarum.

Higartil hevur annars verið hildið, at menninir, sum av fyrstan tíð búsettust í Føroyum og Íslandi, høvdu sama norrøna uppruna. Men so er ikki.

- Hendan nýggja kanningin ber haldgóð prógv um, at føroysku niðursetumenninir hava sín uppruna frá einum fjølbroyttum hópi av fólki ymsastaðni frá í Skandinavia, meðan øðrvísi er við teimum íslendsku, sigur hann. 

Føroyskir dreingir kannaðir - samanbornir við menn aðrastaðni frá

Kanningin byggir á tilfar frá 139 dreingjum úr Klaksvík, Trongisvági og úr Havn, sum varð savnað saman í 2004 og 2005.

Vísindafólkini ásettu genotypuna hjá hvørjum einstøkum dreingi við 12 sonevndum “short tandem repeat’ (STR) loci” á Y-kromisominum. Genotypurnar vórðu síðani bólkaðar saman við teimum mest sannlíku sokallaðu “haplobólkunum”, sum vit kenna hjá fólki ymsastaðni í Evropa í dag.

Føroysku úrslitini vórðu síðani samanborin við somu genotypur hjá 412 monnum úr Noregi, Svøríki, Danmark, Íslandi og Írlandi. Á hendan hátt funnu granskararnir fram til, hvaðani føroysku og íslendsku niðurseturfólkini komu frá.

Framkomnar greiningar av føroysku ílegunum vístu, at føroysku niðursetumenninir høvdu ein breiðan skandinaviskan uppruna, meðan íslendsku genotypurnar høvdu ein nógv smalari uppruna. 

[object Object]

Skíggjamynd: setur.fo

Nýggja kanningin fevnir bert um upprunan hjá føroyskum monnum. 

Eldri ílegukanningar hava víst, at føroyskir menn og kvinnur hava ymiskan uppruna. Kanningar í fyrru helvt av nullunum vístu, at føroyskir menn hava sín uppruna í Norra, meðan tær føroysku kvinnurnar koma úr bretsku oyggjunum.

- Orsøkin til hetta er, at norsku víkingarnir í síni tíð ikki hava siglt beinleiðis úr Norra til Føroyar, men hava fyrst siglt til bretsku oyggjarnar har teir hava tikið kvinnur við sær til Føroyar. Hesar kvinnurnar eru so forfedrar til tær kvinnur, sum í dag liva í Føroyum, sigur Eyðfinn Magnussen.

Kelda: setur.fo
(meira um gamlar búsetingar og DNA-kanningar) kann lesast niðast HER

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder