placeholder
Innanlands

Føroyskir serfrøðingar viðgera covid-19

Fróðskaparsetrið skipar fyri almennum evnisfundi í morgin

Maria Skaalum Petersen verður ein teirra, ið leggur fram í Kongshøll í morgin (Savnsmynd: Leit/Finnur Justinussen)

Maria Skaalum Petersen verður ein teirra, ið leggur fram í Kongshøll í morgin (Savnsmynd: Leit/Finnur Justinussen)

2020-06-16 08:39 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Seinnapartin í morgin, mikudagin 17. juni, skipar Fróðskaparsetrið fyri almennum evnisfundi í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn.

Evnið verður covid-19, sum tíðliga í vár setti meginpartin av verðini í undantaksstøðu. Seks serfrøðingar fara fyrst, hvør á sínum øki, at hava stutta framløgu, og síðani verður orðaskifti um, hvat vit hava lært higartil av tí støðu, sum covid-19 hevur sett okkum í.

Framløgurnar verða fimm minuttir í part.

Avmarkað atgongd verður samsvarandi almennu tilráðingunum, men Setrið stroymir fundin á youtube.

Skráin verður henda:

Magni Mohr, prorektari fyri gransking bjóðar vælkomin.

Shahin Gaini, adjungeraður lektari í infektiónsmedisini: “Jørðina runt í 80 dagar – frá Wuhan til Tórshavn”.

Debes Christiansen, deildarleiðari á patologisku kanningarstovuni á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni: “Frá ILA í laksi til koronavirus í menniskjum”.

Maria Skaalum Petersen, lektari í heilsuvísindum: ”Skuggatalið av korona í Føroyum”.

Heini í Skorini, adjunktur í altjóða politikki, ph.d.: ”Ímillum fólkaræði og serfrøðingaveldi: Fólksligur hugburður til vísindaligar myndugleikar undir korona-undantaksstøðuni”.

Katrin av Kák, námslektari í sernámsfrøði: “Koronaskúlin – hvussu var hann?”.

Hannes Gislason, professari í kunningar- og samskiftistøkni: ”COVID-19 í Europa – frá Epidemi til Endemi?”.

Eftir framløgurnar verður orðaskifti undir leiðslu av Brynhild Thomsen. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder