Mentan

Føroyskt-belgiskt sonatusamstarv

Konsertir við FarBe Duo verða í Mentanarhúsnum og Norðurlandahúsinum

Axel Freier og Sámal Petersen

Axel Freier og Sámal Petersen

2023-10-30 10:44 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sámal Petersen og Axel Freier hittust í Belgia á vári í 2019 á einum skeiði fyri Suzuki-violinnæmingar. Sámal var lærari og Axel klaverfylgispælari á skeiðnum.

Aftan á skeiðið samdust teir um, at tað kundi verið stuttligt at spælt allar tíggju violinsonaturnar hjá Beethoven á trimum konsertum í Føroyum og Belgia í sambandi við 250 ára føðingardag Beethovens í 2020. Orsakað av heimsfarsóttini varð hetta av ongum.

Nú hava teir báðir tikið stig til at framføra tvær konsertir í Føroyum. Ta fyrru í Mentanarhúsinum í Fuglafirði hóskvøldið 9. novembur kl. 20, og ta seinnu í Norðurlandahúsinum leygardagin 11. novembur, kl. 15. Teir fara at spæla tríggjar violinsonatur eftir Robert Schumann, Johannes Brahms og Edvard Grieg.

Axel Freier er 28 ára gamal. Hann er útbúgvin klaverleikari og virkar mest sum klaverfylgispælari í Belgia, Niðurlondum og Fraklandi. Axel spælir saman við sangarum, violin- og sellospælarum. Síðani 2021 hevur hann verið klaverfylgispælari fyri violin og bratsj næmingar á konservatoriinum í Leuven í Belgia.

Sámal Petersen er 57 ára gamal. Hann er útbúgvin í Odense við víðari lestri í Wien. Sámal flutti heim til Føroya í 1995 og var við til at stovna kamarorkestrið Aldubáruna. Harumframt hevur hann verið konsertmeistari í Føroya symfoniorkestri síðan 1995. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder