Greining hjá Betri Banka vísir, at føroyski bústaðarmarknaðurin er sunnur, og føroyska húsarhaldið hevur sum heild eina sunna fíggjarstøðu. Privata skuldin hjá føroyingum er lág - bæði um hon verður sett í mun til búskapin og í mun til virðið á bústaðinum. Virðið á føroyskum bústøðum er framvegis á høgum støði.
Privata skuldin er lág
Skuldin hjá føroyskum bústaðareigarum er lutfalsliga lág, vísa tøl hjá Betri Banka. 93% av bústaðarútlánunum í Betri Banka eru innan fyri 80% av bústaðarvirðinum. Hetta merkir, at bústaðarkundar sum heild hava stórt
frívirði í sínum bústaði og tískil tola eina minking í húsaprísunum. Vit hava havt góðar tíðir við vaksandi sethúsaprísum og lágum rentum seinastu mongu árini.
Føroyingar hava tí havt møguleika at leggja pening til síðis og hava í dag eina lutfalsliga stóra nettoogn. Hóast støðan sum heild sær góð út, so er sannlíkt, at summir føroyingar merkja eina niðurgongd í sínum privata búskapi í løtuni sum avleiðing av koronakreppuni.
Skuldin hjá føroyingum liggur somuleiðis á einum lágum støði, um vit samanbera okkum við okkara grannalond. Yvirskipað hava føroyingar tí ikki stóra skuld. Føroyingar hava eina skuld á 55% av bruttotjóðarinntøkuni, sum er
væl lægri enn í londum, vit vanliga samanbera okkum við.
Ein lutfalsliga lág skuld er vanliga tekin um ein kundaskara, sum hevur tað gott, og har búskapurin er sunnur.
Sethúsaprísir framvegis á einum høgum støði
Sethúsaprísirnir hava verið støðugt vaksandi síðan 2011, og stórvegis broytingar eru enn ikki at síggja í 2020. Í Tórshavn eru sethúsaprísirnir 5% lægri enn í fjórða ársfjórðingi 2019, meðan prísirnir í øllum øðrum økjum eru
eitt vet hægri. Lækkingin í Tórshavn er ikki meira enn vanligu sveiggini millum ársfjórðingar.
Um verandi sethúsaprísir í Tórshavn í fyrsta ársfjórðingi halda fram í hinum ársfjórðingunum í 2020, so verður talan um eina hækking av miðalprísinum.
Í løtuni stendur væl til hjá bústaðareigarum
Jean Djurhuus, forstjóri í Betri Banka, sigur, at hóast talan møguliga verður um ein niðurgongd í búskapinum, so standa bústaðareigarar sum heild ikki í nakrari vandastøðu:
- Skuldin hjá okkara sethúsakundum er lág í mun til virðið á bústaðinum. Fyri flestu sethúsakundarnar er skuldin eisini lág í mun til inntøkugrundarlagið. Yvirskipað bera vit ongan ótta fyri fíggjarstøðuni hjá okkara kundum, um so er, at sethúsaprísirnir falla 5-10%. Vit hava veitt nógvum av okkara kundum skáar, síðani koronakreppan byrjaði, men grundleggjandi er fíggjarstøðan hjá okkara kundum sunn, sigur Jean Djurhuus.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald