Innanlands

Føroysku familjurnar halda páskir hvør sær

Spyr.fo: Vanligu familjupáskasamkomurnar eru avlýstar í ár

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2020-04-08 17:13 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nógv tann størsti parturin av Føroya fólki fer at halda páskir saman við sínum nærmastu í ár uttan at savnast við familju og vinum, sum tey kanska vanliga gera.

Tað vísir kanningin, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin.

Mánadagin fingu 500 føroyingar spurningin: ”Hvørjar ætlanir hevur tú um sosiala samveru á páskum?” við fimm svarmøguleikum.

Langt oman fyri helmingin – 58,4 prosent – svaraðu at tey ”vera bara saman við húskinum og fylgja tilmælinum, um ikki at savnast við familju og vinum”.

Ein lítil triðingur – 32,6 prosent – svaraði at tey ”í sera avmarkaðan mun vera saman við familju og vinum”.

So eru tað 4,2 prosent, sum svaraðu, at tey sita í sóttarhaldi á páskum, antin einsamøll ella saman við øðrum.

2,2 prosent siga, at tær ikki broyta síni páskir og vera saman við familju og vinum sum vant, og 2,6 prosent svaraðu ”veit ikki”.

Kanningin varð gjørd mánadagin. Roknast skal við eini óvissu í úrslitinum á millum 1,3 og 4,3 prosentstig.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder