Felagsskapurin Mirjam hevur latið 60.000 krónur til koronahjálp í Monrovia í Liberia.
-Vit vita, at Afrika er sera viðbrekið. Reinføri og matrot, er ein avbjóðing
-Hvør einstakur er í stórum vanda at fáa smittuna, sum ikki kann síggjast. Tey skulu halda frástøðu og vaska hendur, men tað er ikki lætt at halda frástøðu, tá tey búgva so tætt . Vanligt er at 10 fólk búgva í einum rúmi. Tá ber ikki til at vera í sóttarhaldi um tú fært smittuna.
-Umráðandi er, at vit her heima ikki falla í fátt, men royna at gera tað vit kunnu, við at hjálpa teimum. Við okkara hjálp, eru vit við til at bjarga lív.
Felagsskapurin Mirjam, ið hevur dagligt samband við Liberia og hevur keypt rís, spannir, sápu og klorin.
-Umráðandi er at gjalda tað, sum skal gjaldast, eitt nú leigu, el, internet og annað, so tey ikki enda úti á gøtuni, og mugu búgva enn fleiri saman enn tey nú gera.
Felagskapurin Mirjam er ein diakonalur felagsskapur sum hevur bústað í Klaksvík og virkar við kvinnu íverksetan í Liberia og Kenja. Persónarnir handan felagsskapin eru Hilda Viderø, Johannes Johannessen úr Klaksvík og Anne Sophie Nordendal úr Bø
-Takk til tykkum øll sum áhaldandi stuðla arbeiðinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald