Nú verður fyrstafloks føroyskur ísur framleiddur í gamla Bacalao bygninginum á Vestaru bryggju í Havn.
– Vit hava havt eitt royndarár til at finna fram til, hvat tannføroyski marknaðurin vil hava, og hvør príslegan kann vera. Tann føroyski ísurin er gjørdur 100 prosent við mjólk. Hetta ger ísin dýrari at framleiða, men tað er fyrstafloks ísur, sum verður gjørdur, sigur Kenneth Ellefsen, sum rekur fyritøkuna isur.fo.
Fyri páskir vóru íslagkøkur framleiddar, og tær vóru allar seldar eftir stuttari tíð. Tað er nakað, sum isur.fo fer at gera meira við.
Nú várið er komið, og sólin kagar fram, fer isur.fo at framleiða churros, sum er ein djúpstoktur bakstur av søtum deiggi, sum er ógvuliga vælumtókt í heitari londum.
– Vit gera churros eftir orginalari uppskrift frá Alfonco, sum framleiðir churros á torginum í Meksiko býi. Hansara churros eru sera væl umtóktar har, og vit eru sera heppin at sleppa at framleiða somu churros her í Føroyum, sigur Kenneth Ellefsen.
Seinasta fríggjadag var royndarframleiðsla av churros og ísi, og alt var selt áðrenn afturlatingartíð.
– Hesa vikuna vikuna byrjar vikuskiftið tíðliga. Vit hava gjørt av, at vit fara at selja okkara væl umtókta churros og ís mikudagin, hósdagin og fríggjadagin. Alt er heimagjørt og gjørt við kærleika, sigur Kenneth Ellefsen.
Fyri at sleppa undan, at ov nógv fólk koma at standa í bíðirøð, ber til at bílegga churros og ís á heimasíðuni www.isur.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald