2020-03-24 10:29
Íslendsk bjargingartyrla var í gjárkvøldið send út á eitt føroyskt línuskip eftir manni, sum hevði fingið skaða.
RUV skrivar, at sjóverjan fekk boð um, at óhapp var hent umborð á skipinum, sum lá eystan fyri Surtsey. Skipið hevði sett kós móti Vestmannaoyggjum, og var komið til Ytstaklett, tá tyrlan var hjá skipinum og fekk tikið skadda mannin upp, so hann kundi flytast til viðgerðar í Reykjavík.
Vp.fo veit at siga, at tað var línuskipið Klakkur úr Klaksvík, sum var úti fyri óhappinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald