Filmsteknirøðin “Tann óveruliga verðin hjá Aldu”, skal seinni í hesum mánaða vera við í stóru messuni M:brane, sum verður hildin í Malmö í Svøríki.
Talan er um eina messu og netverks-pall, sum verður hildin á hvørjum ári, har eitt nú filmar og filmsrøðir, serliga ætlað børnum og ungum millum 3 og 18 ár, verða sýnd fram fyri ákugaðum keyparum og íleggjarum.
Tað eru Tóki Jansson og Niels Jacob Kjærbæk úr BBB Movies saman við Jón Hammer og KYK Myndir, sum eru í gongd við at gera fyrstu føroysku teknifilmsrøðina fyri børn. Pilot-parturin, altso fyrsti partur, er júst liðugur.
“Tann óveruliga verðin hjá Aldu” snýr seg um seks ára gomlu Aldu, sum hevur eitt gott hugflog, og saman við dreymavini sínum fer á ymisk ævintýr, eitt nú til eina verð, har ein cowboy er gjørdur úr matvørum, og har tann sunni maturin er í stríði móti tí ósunna.
Sendingin er sloppin við til “main pitch” á M:brane, har góður møguleiki skuldi verið til at funni fígging til verkætlanina, verður sagt í tíðindaskrivi.
19 ára gamli Tóki Jansson gjørdist kendur innan fyri animatión, tá hann sum 14 ára gamal gjørdi røðina “Skúla Scam”. Saman við framleiðaranum Jonas í Dali Wagner bygdu tey upp eitt toymi við Niels Jacob Kjærbæk sum framleiðara og Ásu Pálsdóttir sum handritahøvund.
Í apríl í fjør stovnaðu Tóki, Jonas og Niels Jacob animatiónsfelagið BBB Movies, sum er framleiðari av Óveruligu verðini hjá Alduni, og sum hevur avtalu við Kyk Myndir hjá Jón Hammer sum høvuðsproducent.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald